KT-tænastur
til føroyska vinnulívið

– KT-røkt og KT-tænastur til fyritøkur, stovnar og sjálvstøðug vinnurekandi

25 ára royndir

Vit hava 25 ára royndir at fyrireika, seta í verk og at samskipa stórar og smáar KT-verkætlanir.Vit loysa einstakar uppgávur og afturvendandi uppgávur. Vit dagføra gamlar skipanir og seta í verk nýggjar.

Íverksetarar og sjálvstøðug vinnurekandi

Hevur tú tørv á einari einfaldari kassaskipan? Ivast tú í, hvør bókhaldsskipan er røtt til tín tørv? Vilt tú hava eina vinnuliga teldupostaddressu heldur enn eina @gmail.com adressu? – Sum íverksetari hevur tú 1000 ting at seta teg inn í, og tað er bæði tíðarkrevjandi og møtumikið. Tað er tí alneyðugt at tú fært tey røttu amboðini frá byrjan.

Seg teg í samband við okkum, og lat okkum ráðgeva. Vit hjálpa við øllum frá búmerki og økisnavni til teldupost, bókhaldskipan, kassaskipan og aðrar basis kt-skipanir. Vit syrgja fyri, at tú frá byrjan kemur væl í gongd.

Skýtænastur = eingin íløga

Vit veita allar okkara skipanir sum skýtænastur (cloud services), tvs. at tú sleppur undan at gera kostnaðarmiklar íløgur í servarar, útgerð v.m.

Fyri bara 96,- um mánaðin fært tú

  • Office til 5x teldur (Word, Excel, Powerpoint, Onenote o.a.)
  • Outlook /v vinnuligum telduposti, kalendara og web-outlook
  • OneDrive fíl/dátugoymslu (1 TB pr. starvsfólk)
  • Forrit og app til videofundir (samskift óavmarkað)
  • Uppgávuskipan til uppgávur og verkætlanir
  • Toymisskipan til innanhýsis samskifti og bólkaarbeiði

Afturat hesum kanst tú velja

  • At fáa búmerki gjørt
  • Heimasíðuhýsing
  • Bókhaldskipan
  • Trygdaravrit
  • Kassaskipan
  • Stempli/skrásetingarskipan
  • Egið økisnavn (@tínfyritøka.fo)

Lat Geyman loysa uppgávuna

Verkætlanir

Hevur tú eina KT-verkætlan fyri framman? Eitt nýbyggjarí, eina ný-installatión, eina umlegging ella eina samanlegging?
Vit hava 25 ára royndir at fyrireika, seta í verk og at samskipa stórar og smáar KT-verkætlanir. Lat okkum veita servitanina, so at tú kemur á mál – til ásettu tíðina.

Skjalfestingar

Hava tit nøktandi skjalfestingar? Eru tær dagførdar, ella er lykla-vitan hjá ávísum persónum ikki skjalfest?
Í samstarvi við KT-grannskoðara gera vit fullfíggjaðar skjalfestingar, sum stuðla undir tey alsamt vaksandi krøvini innan KT-trygd. Lat okkum gera arbeiðið fyri tykkum. Vit hava vitanina og amboðini.

Óheft ráðgeving

Sóknast tú eftir einum KT-serkønum ráðgeva? Einum óheftum ráðgeva, ið tekur lut í verkætlanum og ráðgevur í samband við íløgur og rakstur?
Vit hava 25 ára royndir. Vit veita óhefta ráðgeving innan alt KT-økið, og geva tilmæli til íløgur og KT-raksturin. Vit hjálpa eisini leiðslum at orða og seta í verk KT-trygdarpolitikkir.

Ad-hoc uppgávur

Er ikki nokk av tíð til allar uppgávurnar? Hevur tú viðhvørt tørv á eyka fólki at loysa ávísar uppgávur? Ring til okkara. Vit traðka til, tá ið tú hevur tørv á okkum. Vit loysa bæði einstakar og afturvendandi uppgávur. Vit dagføra gamlar skipanir og seta í verk nýggjar. Vit skipa eisini fyri upplæring um tørvur er á tí.

Vilt tú hava ein tryggan rakstur?

Hevur tú havt nógvar útreiðslur av KT seinasta ári? Eru útreiðslurnar ójavnar og alt ov høgar viðhvørt? Við einum tænastusáttmála frá Geymanum sleppur tú undan óvæntaðum útreiðslum. Fyri eitt fast mánaðargjald røkja vit alt KT-økið og veita tykkum brúkarahjálp á staðnum. Vit taka ábyrgdina av dagliga rakstrinum og tryggja eitt støðugt KT-kervi. Tit fáa ein fastan ábyrgdarpersón til tænastuveitingar og samskipan, umframt at vit veita óhefta ráðgeving, gera skjalfestingar og gera reglulig trygdareftirlit, ið lúka krøvini til KT-grannskoðanina.

Við tí rætta veitaranum fært tú ein tryggan og stabilan rakstur.

Bóka ein fund í dag

Comments are closed.