KT-tænastur
til føroyska vinnulívið

- Nútímans KT-skipanir og KT-tænastur til handlar, fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi. 

25

25 ára royndir

Vit hava 25 ára royndir at fyrireika, seta í verk og at samskipa stórar og smáar KT-verkætlanir.

Vit loysa einstakar uppgávur og afturvendandi uppgávur. Vit dagføra gamlar skipanir og seta í verk nýggjar.

Handlar og sølubúðir

Vit vita hvat krevst, fyri at reka handil, og vit vita hvussu stóran týdning tann rætta KT-loysnin hevur fyri dagliga virksemi - bæði fyri starvsfólki, kundan og botnlinjuna. Til handlar veita vit m.a.:

 

  • Kassaskipan - nýmótans kassaskipan, ið verður snikka til tín tørv
  • Bókhaldsskipan - effektivisera upp til 60% av bókhaldsarbeiðinum
  • Teldupostskipan - trygt og ómaksleyst teldupostsamskifti
  • Netumsiting - røkt og viðlíkahald av kassum, teldum og netúgerð

Við Geymanum, fært tú ein veitara, sum tekur sær av øllum.

360

Geymin 360 til stovnar og fyritøkur

Tú fært EIN veitari til alt KT-økið. Vit veita KT-skipanir, brúkarahjálp og umsiting av KT-økinum.

Vit taka ábyrgdina av øllum KT-økinum og tryggja tær eitt støðugt KT-kervi og ein tryggan rakstur.

  • Bókhaldskipan – Effektivisera upp til 60% av bókhaldsarbeiðinum
  • Netumsiting – Røkt og viðlíkahald av teldum, prentarum og netútgerð
  • Microsoft 365 – Vinnuligan teldupost, Office og onnur nýmótans arbeiðsamboð
  • KT-trygd – Tráðleyst net, fleirstigað góðkenning MFA, firewall verja o.a.
  • Brúkarahjálp – Brúkarahjálp í eygnahædd og við nærlagni

matstovur og kaffihús

Tað er umráðandi at tú velur tað røttu kassaskipanina, sum er væl egna til júst tín tørv.  Til matstovur og kaffihús veita vit kassaskipan við m.a.:

 

  • Kassaskipan - nýmótans kassaskipan við touchskermi og  føroyskum/enskum brúkarasniðið
  • Borðparkering - borðyvirlit til bíleggingar, parkering og avgreiðslur pá tvørs av kassum
  • Køksprent - matbíleggingar prentast út í køkinum
  • Søluhagtøl - søluhagtøl sum vísa sølu yvir dagar, vikur, mðr og síggj hvat selur best og hvat selur minst
  • Bókhald - kann knýtast saman við e-conomic og BC, so øll søla verður sjálvvirkandi bókað og kontera í bókhaldinum

Set teg í samband við okkum, um tú vil vita meira um hvør loysn og hvør uppsetan hóskar seg best til títt virksemi.

Íverksetarar og smærri vinnurekandi

Hevur tú tørv á einari snildari bókhaldsskipan?  Og vilt tú hava vinnuligan teldupost (@tínfyritøka.fo) heldur enn @gmail.com?

 

Sum íverksetari hevur tú 1000 ting at seta teg inn í, og tað er bæði tíðarkrevjandi og møtumikið. Tað er tí umráðandi at tú fært tey røttu amboðini frá byrjan. Vit hjálpa við øllum frá økisnavni og telduposti til bókhaldskipan, kassaskipan og aðrar kt-skipanir.

 

Hav tú fokus á tað, sum tú dugir væl, og lat okkum um alt tað tekniska.