NÝMÓTANS KASSASKIPAN

Best umtókta kassaskipanin til handlar, matstovur og sjálvtøkur

Touchskermur við føroyskum brúkarasniðið

Atknýttur gjaldskortterminalur, sum tryggjar skjótar og feilfríðar avgreiðslur

Fult samspæl við nethandilin og bókhaldið. Alt verður bókað sjálvvirkandi

SKJÓTARI AVGREIÐSLUR

Skipanin er topp-tjúna við føroyskum brúkarasniðið, touchskermi og atknýttum gjaldskortterminalum, sum tryggja snarskjótar og feilfríðar avgreiðslur. Hvørjaferð.

BÓKHALDIÐ ALTÍÐ AJOUR

Integratiónin við e-conomic tryggjar at bókhaldið altíð er ajour. Kassauppgerðir og sølur bókast og konterast sjálvvirkandi á rakstrarkontur, umframt at kreditsølur stovnast sum sølufakturar.

SNIKKA TIL TÍN TØRV

Skipanin er moduluppbygd og verður sett saman til júst tín tørv. Vit bjóða loysnir til handlar, matstovur, café, takeaway, goymslustýring, sjálvgreiðslur, gávukortskipan, talgild prísskeltir o.m.a.

VERÐUR BRÚKT Í ØLLUM VINNUGREINUM

Verður brúkt av 1500+ handlum, matstovum og sjálvtøkum í alskyns vinnugreinum.

Kassaskipan til allar vinnugreinar

Tú er vælkomin at síggja og royna skipanina. Ring ella send okkum ein teldupost, so avtalað vit eina tíð til eina demo, har tú sleppur at royna skipanina og seta spurningar í smb. við júst tykkara tørv og virksemi.

Alt í einari skipan

SAMBINDING VIÐ NETHANDLAR

Tvívegis sambinding við Shopify, WooCommerce og aðrar nethandlar. Vørugoymslan synkar 1:1 við vørugoymsluna á nethandlinum. Hettar tryggjar at vørugoymslan altíð er røtt. Sølur við kassan niðurregulera sjálvvirkandi goymsluna á nethandlinum – og umvent.

Søluhagtøl og leiðslurapportir

Sum leiðari er umráðandi at takað avgerðir grundaðar á fakta. Hvørjar vørur selja best? Hvar tjena vit mest? Hvørjar vørur skulu bíleggjast næstuferð? Hvussu nógv seldu vit fyri sama tíðarskeið í fjør? Osv. Alt hettar og nógv afturat fært tú borðreitt í lekrum grafum og rapportum.

KASSAUPPGERÐIR BÓKAST SJÁLVVIRKANDI

Sambinding við Visma e-conomic og aðrar bókhaldsskipanir tryggjar at bókhaldið altíð er ajour. Kassauppgerðir bókast sjálvvirkandi. Sølur og inntøkur konterast á rakstrarkontur og kreditsølur stovnast sum sølufakturar, klárir at senda sum PDF ella talgilt sum EAN/GLN.

SKIPANIN VIRKAR ONLINE OG OFFLINE

Skipanin virkar online offline. Tvs. sjálv um handilin missur internet sambandið, so koyrur skipanin púra ótarnað víðari. Og tilber eisini at takað í mótið gjaldskortum tá skipanin er offline.

✓ Sjálvvirkandi trygdaravrit í skýnum

GÁVUKORT OG TILGÓÐARSEÐLAR

Skipanin hevur innbygda gávukortsskipan og avsláttarskipan. Gávukort og tilgóðarseðlar kunnu útvegast á pappír/bon ella á plastikkort. Møguligt er eisini at útvega avslátrarkort til fastar kundar.

PRENTA PRÍSMERKIR OG UMBÝTINGARMERKIR

✓ Einfalt at prenta prísmerkir og umbýtingarmerkir Prenta strikukotur + møguligt at stovna egnar strikukotur

Ynskir tú at síggja og royna okkara skipan?

Ring ella send okkum ein teldupost, so avtalað vit eina tíð til eina demo, har tú sleppur at royna skipanina og seta spurningar í smb. við júst tykkara tørv og virksemi.

Tú ert í tryggum hondum!

Tú fært ein álítandi føroyskan veitara við 23 ára royndum og góðkenningum innan økið. Vit hjálpa tær í gongd, veita upplæring á staðnum, umframt røkt og brúkarahjálp tá tørvur er á tí. Flytur tú frá einari gamlari skipan, so gjøgnumganga vit saman við tær, hvat skal flytast yvir og hjálpa tær í gongd við nýggju skipanini.

Comments are closed.