Sølu- og handilstreytir hjá Geymanum
Alment
Hesar sølu- og handilstreytir eru galdandi fyri allar veitingar frá Sp/f Geymin (hereftir nevnt Geymin), uttan so at aðrar skrivligar avtalur eru gjørdar, sum víkja heilt ella partvís frá hesum treytum. Við at keypa vørur ella tænastur frá okkum góðtekur tú hesar treytir.
Serligar treytir ella krøv frá keypara, sum t.d. eru nevnd í bílegging, keypstreytum ella váttanarskrivi, eru ikki bindandi fyri Geymin, uttan skrivliga váttan frá Geymanum.
Handilstreytir
Allir prísir á vørum og tænastum frá Geymin eru uttan MVG.
Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og prísbroytingum.
Um ikki annað er avtalað, fer sølan fram uppá kreditt við gjaldstreyt á 8 dagar. Ynskir keyparin eina longda gjaldsfreist, ella at rinda í fleiri partum, t.d. í samband við størri verkætlanir, kann hettar gerast eftir nærri avtalu við Geyman.
Geymin tilskilar sær fullan ognanrætt av seldum vørum, inntil vøran er fult goldin av keyparanum. Hetta merkir, at keyparin ikki kann selja, leiga út, ella á annan hátt nýta vøruna sum ogn, fyrr enn full gjalding er móttikin.
Um keyparin ikki hevur gjørt vart við seg innan gjaldfreistin á faktura er farin, er fakturi roknaður sum góðtikin.
Kostnaður fyri ferðing verður dekkaður av keypara, bæði innanlands og uttanlands.
Geymin heftir ikki fyri triðja part, uttan so at hettar er tilskilað frammanundan.
Um trupulleikar eru í skipanum ella útgerð, sum Geymin hevur útvegað, men trupulleikarnir eru íkomnir orsakað av árinum frá triðja parti, tá tilskilar Geymin sær rætt til at avroknað fyri brúkta arbeiðstíð. Er útgerðin fevnd av garanti, verða umvælingar framdar samsvarandi treytunum hjá undirveitaranum. Geymin heftir vegna undirveitarar í tann mun, at undirveitarans garanti gerst galdandi.
Geymin kann ikki ábyrgddast fyri tap, sum vanliga kemur undir keyparans handilsváða/rakstrarváða, t.d. tap av inntøku, óbeinleiðis tap, rakstrar tap, tap av vinningi v.m.
Hýsingtænastur og loyvir (licensir)
Við keypi av hýsingtænastum og loyvum fær keyparin loyvi at brúka tænastuna/loyvi til egna nýtslu, so leingi sum haldið er virki. Loyvið kann ikki seljast víðari ella gevast øðrum til nýtslu. Um hýsingtænastan/loyvi verður uppsagt upp, ella ikki verður goldið rættstundis, fellur avtalan burtur, og keyparin missur rættin at brúka tænastuna/loyvi.
Allar hýsingtænastur og afturvendandi hald/loyvir (t.e. mánaðarlig, kvartárlig, hálvárlig og árlig) skulu rindast umvegis sjálvvirkandi gjaldsavtalu. Sjálvvirkandi gjaldsavtalan skal teknast saman við keypi av tænastuni/loyvinum.
Um sjálvvirkandi gjaldsavtalan steðgar, verður eitt gjald á kr. 250,- u/mvg lagt á hvørja rokning.
Verður ein afturvendandi rokning ikki goldin, fellur avtalan burtur, og Geymin tilskilar sær rætt til at steðga tænastuni.
Uppsagnir av hýsingtænastum og loyvurm skulu gerast skrivliga. Hýsingtænastur og loyvir verða avroknað fyri eitt tíðarskeið í senn (mánaðarliga, kvartárliga, hálvárliga ella árliga). Uppsagnarfreistin er 14 dagar áðrenn byrjan av næsta tíðarskeiði. Um ein uppsøgn verður móttikin eftir 14 daga uppsagnarfreistina, verður uppsøgnin fyrst galdandi til næsta tíðarskeið.
Í sambandi við keyp av hýsingtænastum og loyvum hjá triðja parti, eru treytirnar sambært treytunum hjá veitarunum, herundir uppsagnartreytir, eisini galdandi.
Force Majeure
Geymin kann ikki ábyrgdast fyri seinkingar, óstøðugar veitingar ella manglandi veitingar orsakaðar av umstøðum, ið Geymin, beinleiðis ella óbeinleiðis, ikki hevur ræði á, so sum náttúruvanlukkur, kríggj, embætisavgerðir, arbeiðssteðgir, eldsbrunar, útihýsan, ella aðrar hendingar, ið eru ómøguligar at forða fyri.
Lógarvald og rættarumdømi
Rættardømi er í Føroyum. Allir sáttmálar, ið verða gjørdir, eru fevndir av og skulu tulkast sambært føroyskum lógum. Møgulig tvístøða, skal loysast við rættarmáli í føroyskum rætti.
Avmarking av ábyrgd
Ábyrgdin hjá Geymanum í sambandi við hvørja veiting er avmarkað til tað, sum keyparin hevur goldið fyri viðkomandi tænastu ella vøru. Geymin tekur ikki ábyrgd fyri tap av vinningi, inntøku, dátum, ella fyri óbeinleiðis tap ella fylgju tap av nøkrum slagi. Hetta fevnir eisini um tap, ið stendst av trupulleikum orsakað av triðja parti.
Dátuvernd
Tað áliggur bæði keypara og Geymanum at kenna skildur viðvíkjandi dátuvernd, lóggávuni og hvussu dátur verða viðgjørdar. Galdandi persóndátupolitikkur hjá Geymanum er at finna á https://geymin.fo undir ”Persóndátupolitikkur”.