NÝMÓTANS
KASSASKIPAN

SKJÓTARI AVGREIÐSLUR

Skipanin er topp-tjúna við føroyskum brúkarasniðið, touchskermi og atknýttum gjaldskortterminalum, sum tryggja snarskjótar og feilfríðar avgreiðslur. Hvørjaferð.

 

BÓKHALDIÐ ALTÍÐ AJOUR

Integratiónin við e-conomic tryggjar at bókhaldið altíð er ajour. Kassauppgerðir og sølur bókast og konterast sjálvvirkandi á rakstrarkontur, umframt at kreditsølur stovnast sum sølufakturar.

 
 

SNIKKA TIL TÍN TØRV

Skipanin er moduluppbygd og verður sett saman til júst tín tørv. Vit bjóða loysnir til handlar, matstovur, café, takeaway, goymslustýring, sjálvgreiðslur, gávukortskipan, talgild prísskeltir o.m.a.

 
 

VERÐUR BRÚKT Í ØLLUM VINNUGREINUM

Verður brúkt av 1500+ handlum, matstovum og sjálvtøkum í alskyns vinnugreinum.

Tú er vælkomin at síggja og royna skipanina. Ring ella send okkum ein teldupost, so avtalað vit eina tíð til eina demo, har tú sleppur at royna skipanina og seta spurningar í smb. við júst tykkara tørv og virksemi.

 

Alt í einari skipan

KASSAUPPGERÐIR BÓKAST SJÁLVVIRKANDI

Sambinding við Visma e-conomic og aðrar bókhaldsskipanir tryggjar at bókhaldið altíð er ajour. Kassauppgerðir bókast sjálvvirkandi. Sølur og inntøkur konterast á rakstrarkontur og kreditsølur stovnast sum sølufakturar, klárir at senda sum PDF ella talgilt sum EAN/GLN.

Søluhagtøl og leiðslurapportir

Sum leiðari er umráðandi at takað avgerðir grundaðar á fakta. Hvørjar vørur selja best? Hvar tjena vit mest? Hvørjar vørur skulu bíleggjast næstuferð? Hvussu nógv seldu vit sama tíðarskeið í fjør? - Alt hettar og nógv afturat fært tú borðreitt í lekrum grafum og rapportum.
 

SAMBINDING VIÐ NETHANDLAR

Tvívegis sambinding við Shopify, WooCommerce og aðrar nethandlar. Vørugoymslan synkar 1:1 við vørugoymsluna á nethandlinum. Hettar tryggjar at vørugoymslan altíð er røtt. Sølur við kassan niðurregulera sjálvvirkandi goymsluna á nethandlinum – og umvent.
 

SKIPANIN VIRKAR ONLINE OG OFFLINE

Skipanin virkar online offline. Tvs. sjálv um handilin missur internet sambandið, so koyrur skipanin púra ótarnað víðari. Og tilber eisini at takað í mótið gjaldskortum tá skipanin er offline.

GÁVUKORT OG TILGÓÐARSEÐLAR

Skipanin hevur innbygda gávukortsskipan og avsláttarskipan. Gávukort og tilgóðarseðlar kunnu útvegast á pappír/bon ella á plastikkort. Møguligt er eisini at útvega avslátrarkort til fastar kundar.
 

PRENTA PRÍSMERKIR OG UMBÝTINGARMERKIR

Prenta prísmerkir og umbýtingarmerkir við strikukotum. Tilber eisini at generera egnar strikukotur, til vørur, ið onga strikukotu hava frammanundan.

Tú ert í tryggum hondum!

Vit hjálpa tykkum í gongd við øllum og veita brúkarahjálp og upplæring á staðnum.

Flytur tú frá einari gamlari kassaskipan, so hjálpa vit at flyta vørur, goymslu, gávukort o.a. frá gomlu skipanini til nýggju skipanina. 

Ynskir tú at royna okkara kassaskipan?

Ring 315500 ella send okkum ein teldupost, so avtalað vit eina tíð til eina demo, har tú sleppur at royna skipanina og seta spurningar í smb. við júst tykkara tørv og virksemi.