KT-tænastur
til føroyska vinnulívið

– KT-røkt og KT-tænastur til fyritøkur, stovnar og vinnurekandi

360

Ein veitari, sum tekur sær av øllum

Við Geymin 360 fært tú EIN veitara við altjóða góðkenningum og sum leggur dent á dygd og nøgdsemi. Vit veita KT-skipanir, brúkarahjálp og umsiting av øllum KT-økinum. Vit taka ábyrgdina av KT-økinum og tryggja tær eitt støðugt KT-kervi og ein tryggan rakstur.

Leiðari á KT-deild?

Hevur tú eina størri KT-verkætlan ella umlegging fyri framman, ella manglar tær fólk at loysa eina ávísa uppgávu? Lat okkum hjálpa. Vit hava 25 ára royndir við at skjalfesta, samskipa og seta í verk størri og smærri KT-verkætlanir - í Føroyum og uttanlands – bæði á sjógvi og landi. Vit vita, hvat krevst, og eru klár at traðka til, tá ið tit hava tørv á tí.

Stjóri ella fíggjarstjóri?

Umhugsar tú at seta KT-fólk í starv? Hví ikki lata okkum bera byrðuna og virka sum tykkara KT-deild? Fyri eitt fast mánaðargjald røkja vit alt KT-økið og veita brúkarahjálp. Tit fáa ein fastan ábyrgdarpersón til tænastuveitingar og samskipan, umframt at vit veita óhefta ráðgeving og gera skjalfestingar. - Hav tú fokus á tað, sum tú dugir best, og lat okkum um alt tað tekniska.

Lat Geyman loysa uppgávuna

Verkætlanir

Hevur tú eina KT-verkætlan fyri framman? Eitt nýbyggjarí, eina ný-installatión, eina umlegging ella eina samanlegging?
Vit hava 25 ára royndir at fyrireika, seta í verk og at samskipa stórar og smáar KT-verkætlanir. Lat okkum veita servitanina, so at tú kemur á mál – til ásettu tíðina.

Ad-hoc uppgávur

Er ikki nokk av tíð til allar uppgávurnar? Hevur tú viðhvørt tørv á eyka fólki at loysa ávísar uppgávur? Ring til okkara. Vit traðka til, tá ið tú hevur tørv á okkum. Vit loysa bæði einstakar og afturvendandi uppgávur. Vit dagføra gamlar skipanir og seta í verk nýggjar. Vit skipa eisini fyri upplæring um tørvur er á tí.

Skjalfestingar

Hava tit nøktandi skjalfestingar? Eru tær dagførdar, ella er lykla-vitan hjá ávísum persónum ikki skjalfest?
Vit gera fullfíggjaðar skjalfestingar, sum stuðla undir tey alsamt vaksandi krøvini innan KT-trygd. Lat okkum gera arbeiðið fyri tykkum. Vit hava vitanina og amboðini.

Óheft ráðgeving

Sóknast tú eftir einum KT-serkønum ráðgeva? Einum óheftum ráðgeva, ið tekur lut í verkætlanum og ráðgevur í samband við íløgur og rakstur?
Vit hava 25 ára royndir. Vit veita óhefta ráðgeving innan alt KT-økið, og geva tilmæli til íløgur og KT-raksturin.

Lat Geyman loysa uppgávuna

Verkætlanir

 

Hevur tú eina KT-verkætlan fyri framman? Eitt nýbyggjarí, eina ný-installatión, eina umlegging ella eina samanlegging?

Vit hava 25 ára royndir at fyrireika, seta í verk og at samskipa stórar og smáar KT-verkætlanir. Lat okkum veita servitanina, so at tú kemur á mál – til ásettu tíðina.

Ad-hoc uppgávur

 

Er ikki nokk av tíð til allar uppgávurnar? Hevur tú viðhvørt tørv á eyka fólki at loysa ávísar uppgávur?

Ring til okkara. Vit traðka til, tá ið tú hevur tørv á okkum. Vit loysa bæði einstakar og afturvendandi uppgávur. Vit dagføra gamlar skipanir og seta í verk nýggjar. Vit skipa eisini fyri upplæring um tørvur er á tí.

Skjalfestingar

 

Hava tit nøktandi skjalfestingar av KT-kervinum? Eru skjalfestingarnar dagførdar, ella er lykla-vitan hjá ávísum persónum als ikki skjalfest?
Vit gera skjalfestingar av KT-kervinum, sum stuðla undir tey alsamt vaksandi krøvini innan KT-trygd. Lat okkum gera arbeiðið fyri tykkum. Vit hava vitanina og amboðini.

Óheft ráðgeving

 

Sóknast tú eftir einum KT-serkønum ráðgeva? Einum óheftum ráðgeva, ið tekur lut í verkætlanum og ráðgevur í samband við íløgur og rakstur?
Vit hava 25 ára royndir. Vit veita óhefta ráðgeving innan alt KT-økið, og geva tilmæli til íløgur og KT-raksturin. Vit hjálpa eisini leiðslum at orða og samskipa KT-útboð.

Spar tíð og pengar!

Hevur tú havt nógvar útreiðslur av KT seinasta ári?
Vit vita, hvussu umráðandi tað er at hava ein tryggan og vælvirkandi KT-rakstur. Tí bjóða vit Rakstraravtalur, ið geva tær lægri kostnað og skjótari responstíð.
Fyri eitt fast mánaðargjald røkja vit alt KT-økið, veita brúkarahjálp og tryggja tær ein stabilan og álítandi KT-rakstur.