Føroyska dátuverndarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond.
Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hesin politikkur ásetir, hvussu Geymin viðger persónsupplýsingar í sambandi við okkara tænastur, sum umfata ráðgeving og veiting av KT-tænastum og KT-skipanum, herundir veiting av hýsingtænastum.
Geymin viðger einans neyðugar upplýsingar til at røkka omanfyri nevndu endamálum. Tá vit viðgera persónsupplýsingar, leggja vit stóran dent á einans at viðgera upplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar í mun til endamálið. Upplýsingarnar verða viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan og sakligan hátt.
1. Dátuábyrgdari – hvørji vit eru
Geymin sp/f
Løkjatún 1
FO-160 Argir
Føroyar
[email protected]
Tel. (+298) 315500
2. Viðgerð av persónsupplýsingum:
2.1 GEYMIN SUM DÁTUVIÐGERI
Í fleiri førum er Geymin dátuviðgeri vegna kundar okkara, t.d. í sambandi við hýsingartænastur okkara. Sum dátuviðgeri fer viðgerðin á Geyminum fram eftir boðum frá dátuábyrgdaranum og samsvarandi ítøkiligari dátuviðgeraravtalu millum partarnar.
Vit goyma ikki persónsupplýsingarnar longri, enn tað er neyðugt. Reglurnar í bókhaldslógini áleggja okkum skyldur at goyma ávísar upplýsingar í roknskaparárinum umframt 5 ár.
2.2 VIÐGERÐ Í SAMBAND VIÐ STOVNAN AV GJALDSKORTAVTALUM
Hvítvasklógin er galdandi, ísamband við stovnan av gjaldskortavtalum.
Í ávísum førum er neyðugt at innheinta samleikaupplýsingar og samleikaprógv. Vit hava skyldu at innheinta og skráseta hesar upplýsingar í samband við stovnan av nýggjum gjaldskortavtalum. Tá talan er um kapitalfeløg skulu somu upplýsingar innheintast og skrásetast um allar veruligu eigararnar í felagnum.
Samleikaupplýsingar eru navn, p-tal, bústað o.l., sum vanliga verður skjalprógvað við avriti av passi ella koyrikorti. Eisini kann útskrift verða heintað frá Skráseting Føroya í samband við váttan av eigaraviðurskiftum í kapitalfeløgum.
Innheintaðar upplýsingar í sambandi við stovnan av gjaldskortavtalum verða sendir viðari til veitaran (Nets Danmark A/S) og verða strikaðir í okkara skipan tá samleikaupplýsingarnar eru latnar til veitaran, sum hereftir er álagt at goyma upplýsingarnar sbr. lógarásettu reglunum um hvítvask.
2.3 UMSØKJARAR OG STARVSFÓLK
Í samband við starvsumsóknir og starvssetanir viðger Geymin viðkomandi persónupplýsingum um umsøkjarar og starvsfólk. Ítøkiligu persónupplýsingarnar eru grundarlag fyri viðgerðini í hesum sambandi.
Vit goyma ikki persónsupplýsingarnar longri, enn tað er neyðugt. Reglurnar í bókhaldslógini áleggja okkum skyldur at goyma ávísar upplýsingar í roknskaparárinum umframt 5 ár.
2.4 KONTAKTPERSÓNAR HJÁ KUNDUM OG VEITARUM
Geymin skrásetir vanliga kontaktupplýsingar hjá ábyrgdarpersónum hjá kundum og veitarum okkara.
Kontaktupplýsingar eru fornavn, eftirnavn, teldupostur og fartelefonnr.
Endamálið við hesum skrásetingum, er at Geymin kann røkja og fremja veitingar, sum t.d. bráfeingis boð, avrokningar fyri veitingar, kunning, umframt samskifti við ábyrgdarpersón hjá dátuábyrgdaranum. Geymin skrásetir einans tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar til tess at kunna veita tí ítøkiligu tænastuna.
3. Víðargeving av persónupplýsingum
Allir upplýsingar, sum vit móttaka sum dátaábyrgdari verða viðgjørdar í trúnaði. Geymin gevur ikki persónupplýsingar víðari til triðjapart, uttan so at tað er skylda ella álagt sambært viðkomandi lóggávu, avtalu/sáttmála ella kravi frá almennum myndugleikum, td. TAKS.
Somuleiðis flytur Geymin ikki persónupplýsingar víðari til útlond ella triðjalond, uttan so at tað er neyðugt í sambandi við ítøkiliga veiting og tænastu, sí pkt 2.1 og 2.2 omanfyri.
4. Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
- Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
- Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
- Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
- Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
- Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
- Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
- Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Tú hevur t.d. rætt til at fáa innlit í tínar persónupplýsingar, fáa strika upplýsingar, sum Geymin ikki longur hevur eitt endamál til at goyma og heimilað grundarlag til at viðgera og at fáa rætta tínar persónupplýsingar, um hesar eru skeivar.
Um tú hevur spurningar til tíni rættindi og ynski um innlit o.a., so hevur tú møguleika at ringja og skriva til okkum.
SAMBAND VIÐ OKKUM
Geymin sp/f
Løkjatún 1
160 Argir
[email protected]
Tel. 315500
Klaga
Metir tú, at Geymin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á [email protected] ella á telefon 30 91 00.
Comments are closed.