Trygdaravrit í skýnum

Nútímans trygdaravrit

Einans kr. 39,- um mðr.

Les meira

Eingin íløga í servara ella harddiskar

Dagligt trygdaravrit av fílum og teldupostum

Óavmarkað pláss í óavmarkað tíðarskeið

Hví taka trygdaravrit?

77% av mistum dátum í skýnum koma av menniskjaligum feilum og teldusníkum.

Sjálvt um tøknin í dag er blivin nógvar ferðir betri, serliga við skýtænastum, so síggja vit, at fyritøkur hvørt ár missa risastór virðir og virðismikil dáta, orsakað av menniskjaligum mistøkum og ikki-nøktandi trygdaravritum.

Hagtøl hjá Ibas vísa, at 61% av teimum, sum hava mist dáta, hildu seg hava trygdaravrit í lagi, men tá óhappið hendi, vísti tað seg, at trygdaravritið ikki var nøktandi uppsett ella at tað ikki fevndi um øll dáta.

77% av mistum dátum í skýnum koma av menniskjaligum feilum og teldusníkum

Kostar tað nógv at taka trygdaravrit?

Nei.

Vit veita nútímans trygdaravrit, sum skýtænastu (cloud baserað). Hettar merkir, at tú sleppur undan at gera dýrar íløgur í backupservara, backupstøð, bond og harddiskar.

Vit veita tær eina fullfíggjaða loysn til trygdaravrit, sum sjálvvirkandi tekur trygdaravrit av øllum tínum skjølum og teldupostum dagliga fyri einans 39,- um mðr.
Í prísinum er óavmarkað pláss í óavmarkað tíðarskeið.

Eitt nútímans trygdaravrit krevur ongar íløgur í servarar, backupstøðir ella harddiskar

Eg havi Office 365, er neyðugt hjá mær at taka trygdaravrit?

Ja.

Sum Office 365 brúkari hevur tú fulla ábyrgd av egnu dátum. Skýtænastur, sum Office 365, verja fyrst og fremst tíni dáta móti hardwarefeilum, servarakrasji, streymsliti o.t., men ikki menniskjaligum mistøkum og teldusníkum, sum eru orsøk til 77% av mistum dáta í skýnum.

Office 365 goymir bert avrit av teldupostum í 14 dagar og avrit av skjølum í 30 dagar. Hettar er als ikki nøktandi, tá vit í dag meta ein teldupost at vera bindandi avtalugrundarlag fyri einahvørja avtalu.

KT-grannskoðanin mælir tí til, at týdningarmikil dáta verða goymd í eitt ávíst áramál.

Hjá okkum er tú í tryggum hondum

SSAE 16 góðkenning
256-bit kryptering
Altjóða dátugoymslur
Stuldurs- og innbrotstryggja
Avmarka atgongd
HIPAA góðkenning
99.9% rakstrartíð
VPN skýtænasta
Samsvarandi GDPR krøvum og reglum
Byggir á Amazon Web Service (AWS)
UE-EU Privacy Shield góðkenning
Microsoft flokking: ✭✭✭✭✭

Kom í gongd fyri einans

39,- kr/mðr pr. brúkara

Vi syrgja fyri uppsetan og upplæring, og hjálpa at endurskapa dáta, um tað gerst neyðugt.

Set teg í samband við okkum

Comments are closed.